fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Vit sóknast eftir einum dugnaligum farmaseuti at arbeiða við kliniskari farmasi

Vit sóknast eftir einum dugnaligum farmaseuti at arbeiða við kliniskari farmasi

 

Klinisk farmasi er í støðugari menning, og vit hava tí tørv á nýggjum kreftum til at lyfta kliniskar farmaseutiskar uppgávur í  Apoteksverkinum. Apoteksverkið sóknast tí eftir einum farmaseuti at arbeiða ½ tíð í kliniska stápinum.

Talan er um tíðaravmarka starv í 1 ár til eina verkætlan um heilivág og eldri fólk, har farmaseutur skal útinna heilivágsgjøgnumgongd hjá borgarum yvir 90 ár í Føroyum. Starvið er liður í samstarvi millum Apoteksverkið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, har farmaseuturin kemur at samstarva við aðrar fakbólkar um heilivágin hjá eldri borgarum. Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu er ánari av verkætlanini.  



Uppgávurnar eru:

§  Heilivágsgjøgnumgongd hjá borgarum bæði heimabúgvandi og á røktarheimum

§  Samskiftið við heilsustarvsfólk um borgarar

§  Skjalfestan av betrandi atgerðum til heilsustarvsfólk

§  Innsavnan av dátu um heilivág, betrandi atgerðir o.a. 

 

Krøv til umsøkjarin :

§  Hevur stóran áhuga og royndir innan kliniska farmasi

§  Hevur innlit í skynsama farmakoterapi

§  Hevur royndir við heilivágsgjøgnumgongd

§  Kunda og tænastusinnað/ur og hevur evni til at skapa góð sambond uppá tvørs av siðbundnum  og fakligum mørkum

§  Hevur royndir í  samstarvi við onnur heilsustarvsfólk

§  Hevur royndir við granskingarverkætlanum innan kliniska farmasi

§  Kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi

§  Er framlig/ur og opin

§  Er undangongufólk og trívist við at hava fáa nýggjar og fjølbroyttar avbjóðingar

§  Tolir broytingar í innihaldi og vavi av arbeiðsuppgávunum

§  Góð samskiftisevni í skrift og talu

§  Hevur áhuga í og vitan um heilsuverkið sum heild

§  Hevur staðið danskt farmaseutiskt kandidatprógv ella líkt prógv, sum er góðkent at lúka sáttmála við onnur lond

 

Vit bjóða:

Eitt spennandi og fakligt avbjóðandi starv, sum er liður í granskingarverkætlan um heilivág og eldri.

Starvið er 20 tímar um vikuna og er tíðaravmarkað til 1 ár. Starvsbyrjan er væntandi 1. september 2021.

Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pharmadanmark.

 

 

Umsókn:

Umsókn við prógvum, c.v og øðrum viðkomandi skjølum skal vera Apoteksverkinum í hendi í seinasta lagi 1. august 2021. Umsóknin skal sendast við at trýsta HER

Um tú hevur spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Niels Joensen, farmaseut á tlf. 213097. Tú kann eisini senda t-post til: niels.joensen(at)apotek.fo

Les meira um Apoteksverkið á apotek.fo 

 

Lagt út tann
15. jun. 2021
Starv
Vit sóknast eftir einum dugnaligum farmaseuti at arbeiða við kliniskari farmasi
Starvsheiti
Vit sóknast eftir einum dugnaligum farmaseuti at arbeiða við kliniskari farmasi
Virki
Apoteksverk Føroya
Deild
Klinisk farmasi
Umsóknarfreist
01. aug. 2021
Starvstíð
01. sep. 2021 - 30. aug. 2022
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor