fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Hjálparfólk í matstovuni

Vit søkja eftir starvsfólki til okkara matstovu á Tjaldurs Apotek at byrja 18.10.21 ella skjótast gjørligt. Starvið er eitt barnsburðarfarloyvisstarv og er tí tíðaravmarkað til 1 ár frá setan.

 

Arbeiðsdagurin byrjar kl. 7:30 og endar í seinasta lagi 14:30, íalt 35 tímar um vikuna.

 

Uppgávan

Tú fært ábyrgd av matstovuni. Tú skal gera morgunmat, mat á middegi og seinnaparts kaffi.

Vit eru áleið 25-30 starvsfólk, ið eta í matstovuni.

 

Vit ímynda okkum, at tú gongur inn fyri:

·         At gera fjølbroyttan og heilsugóðan mat

·         At skapa hugna

·         At raðfesta reinføri

 

-       Er ábyrgdarfull/-ur, skapandi og fleksibul

-       Dugir at arbeiða sjálvstøðugt

 

Førleikar

Viðkomandi arbeiðsroyndir á økinum. Hetta er tó ikki ein treyt.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið verður lønt eftir Starvsmannafelagnum,

lønarflokki 2.

 

Umsókn

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú ringja til deildarleiðara Elin Mouritsen á tlf. 404050 ella senda ein teldupost til elinm@apotek.fo.

Skrivlig umsókn við møguligum viðmælum og CV við upplýsingum um royndir skal vera Apoteksverkinum í hendi í seinasta lagi 15. sept. 2021. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hetta leinkið

https://starv.apotek.fo/Vacancy/Index/13

 

Tjaldurs Apotek

R.C.Effersøesgøta 31

Fo-100 Tórshavn

www.apotek.fo

 

Lagt út tann
26. aug. 2021
Starv
Hjálparfólk í matstovuni
Starvsheiti
Hjálparfólk í matstovuni
Virki
Apoteksverk Føroya
Deild
Logistik
Umsóknarfreist
15. sep. 2021
Starvstíð
18. okt. 2021 - 30. sep. 2022
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor