Farmakonomar til Tjaldurs Apotek
Kundi tú hugsað tær at veri partur av toyminum á Tjaldurs Apoteki?
So eru avloysarastørv tøk at søkja. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu.
Í Nærdeildini fær tú sum høvuðsøki at starvast við resept- og kundaavgreiðslu.
Tú kemur at arbeiða í einum fjølbroyttum umhvørvi, har kundatænasta, góðska og samstarv hava hægstu raðfesting. Vit menna okkum støðugt innan yrkisførið við m.a. at bjóða út nýggjar heilsutænastur og við at menna og fyriskipa ymisk spennandi kundaátøk.
Umframt at vera farmakonomur, ynskja vit, at tú:
Samstarvar væl í toyminum og verður ein góður starvsfelagi
Trívist í nýggjum avbjóðingum
Er tænastusinnað/ur og dámar kundarøkt
Um Tjaldurs Apotek:
Vit eru á leið 65 starvsfólk
Vit eru ISO 9001 góðkend
Vit brúka telduskipanina AX 2012
Vit samstarva við "A-apoteket"
Vit hava apoteksútsøluna í Steinatúni
Løn:
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Farmakonomforeningen.
Umsókn:
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú ringja til deildarleiðara Kristinu Ejdesgaard á tlf. 404030 ella senda ein teldupost til kristina.ejdesgaard@apotek.fo.
Umsóknir skulu sendast við at trýsta á "Søk nú."