Starvsfólk til matstovuna á Tjaldurs Apoteki
Starvsfólk til matstovuna á Tjaldurs Apoteki
Vit sóknast eftir einum avloysara til okkara matstovu á Tjaldurs Apoteki at byrja 1.maj ella skjótast gjørligt. Starvið er eitt barnsburðarfarloyvisstarv, og er tí tíðaravmarkað.
Starvið umfatar lættari matgerð av heilsugóðum kosti, innkeypi, seta fram, rudda av, hugna um og líknandi. Talan er um eitt sjálvstøðugt starv, sum tú sjálv/ur kanst mynda. Royndir og møgulig útbúgving innan økið er ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Vit eru áleið 25 starvsfólk, ið eta í matstovuni.
Arbeisðdagurin byrjar kl 7.30 og endar í seinasta lagi kl 14.30, íalt 35 tímar um vikuna.
Vit vænta at tú gongur inn fyri at :
· At gera fjølbroyttan og heilsugóðan mat
· At skapa hugna
· At raðfesta reinføri
· Er ábyrgdarfull/ur, skapandi og fleksibul
Vit bjóða tær :
· Góðar arbeiðsumstøður
· Eitt fjølbroytt starv, har pláss er fyri kreativiteti
· Eitt arbeiðspláss, har vit raðfesta starvsfólkatrivna høgt
Starvið verður lønt eftir Starvsmannafelagnum lønarflokki 2.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú ringja til deildarleiðara Kristina Ejdesgaard tlf 404030 ella senda teldupost kristina.ejdesgaard@apotek.fo
Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 28.mars 2022. umsóknir skulu sendast við at trýsta á hetta leinkið https://starv.apotek.fo/Application/Index/24
Tjaldurs Apotek
www.apotek.fo