Framleiðsluapotekið søkir starvsfólk til goymsluna
Søkt verður eftir ágrýtnum starvsfólki til goymsluna á Framleiðsluapotekinum. Talan er um eitt sjálvstøðugt og mennandi starv, har tú verður við til at mynda goymsluna framyvir. Tú fært ábyrgd av at skipa hóskandi mannagongdir, sum tryggja skynsama goymslustýring og góða kundatænastu.
Uppgávurnar
Sum goymslufólk kemur tú at skipa dagliga arbeiðið á goymsluni. Tú kemur at standa fyri vørumóttøku, at vera superbrúkari til vørurobottin og at halda goymsluna ruddiliga og reina. Harumframt kemur tú at pakka ordrar til kundar, koyra vørur til apotek og sjúkrahús og aðrar fyrifallandi uppgávur. Tú fært eisini ábyrgd av at skipa fjargoymsluna og at halda hana reina og ruddiliga.
Talan er um eitt spennandi og sjálvstøðugt starv á einum góðum arbeiðsplássi við fryntligum starvsfeløgum.
Førleikar
Vit vænta, at tú ert røkin og álítandi og at tú megnar skiftandi arbeiðsuppgávur. Tær dámar at arbeiða sjálvstøðugt, men leggur dent á tað góða samstarvið. Harumframt vænta vit, at tú ert ein fyrikomandi og hjálpsamur starvsfelagi.
Tað kann vera ein fyrimunur at hava útbúgving og/ella royndir innan flutning av heilivági og goymslu.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt starv fulla tíð við byrjan 1. Januar 2023. Starvsstaðurin er á Framleiðsluapotekinum í Tórshavn.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tlf. 404090 ella senda ein teldupost til ejn@apotek.fo
Umsókn
Skrivlig umsókn við avrit av møguligum viðmælum og upplýsing um royndir skal vera Framleiðsluapotekinum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 4.desember 2022. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hesa leinkju.