Farmakonomnæmingar til Eysturoyar apotek
Farmakonomnæmingar til Apoteksverkið
Kundi tú hugsað tær eina fjølbroytta og læruríka útbúgving við serkunnleika innan ráðgeving og handfaring av heilivági?
So eru nýggju lærupláss sum farmakonomur leys at søkja:
4 á Tjaldurs Apoteki
1 á Suðuroyar Apoteki
2 á Norðoya Apoteki og
2 á Eysturoyar Apoteki, harav annað læruplássið er sum kombi-næmingur, har tú ein part av lærutíðini kemur at starvast á Framleiðsluapotekinum.
Farmakonomútbúgvingin er fjøltáttað. Tú lærir m.a. um kroppin, heilivág, heilivágsframleiðslu, lóggávu, góðskustýring, samskifti og marknaðarføring.
Um læruplássini
Sum farmakonomnæmingur á apotekinum kemur tú at ráðgeva og leiðbeina viðskiftafólki í samband við útflýggjan av heilivági og apoteksvørum. Harafturat kemur tú at veita tænastur til læknar, tannlæknar, djóralæknar, sjúkrahús, røktarheim og bústovnar.
Sum kombinæmingur kemur tú umframt at arbeiða á apotekinum, eisini at verða knýttur at Framleiðsluapotekinum og Landssjúkrahúsinum. Á Framleiðsluapotekinum lærir kombinæmingurin um framleiðslu av heilivági, pakking av heilivági í skamtanarposar og góðskutrygging av heilivágsframleiðslu.
Farmakonomútbúgvingin tekur 3 ár og skiftir millum arbeiði á apotekinum og skúla á skeiðsdeplinum, Pharmakon, í Hillerød. Útbúgvingin telur 180 ECTS. Lærutíðin er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Farmakonomforeningen.
Les meira á farmakonomuddannelsen.dk.
Til farmakonomútbúgvingina krevst, at tú:
· hevur miðnámsprógv ella prógv sum heilsurøktari
· hevur áhuga í sølu og brennir fyri at veita góða tænastu
· ert røkin, væl skipað/ur og góðskutilvitað/ur
· dámar nýggjar avbjóðingar
· ert búgvin og tekur ábyrgd
· dugir væl at samskifta á føroyskum og donskum í bæði skrift og talu
· hevur góð samstarvsevni
Lærutíðin byrjar 1. september 2023. Møguleiki er, at tú byrjar sum hjálparfólk 1.mai ella eftir avtalu.
Á apotekinum er okkara aðalmál altíð at veita bestu tænastuna. Stórur dentur verður lagdur á dagførda kunning og samskifti við viðskiftafólk. Hetta krevur, at tú sum útbúgvin farmakonomur støðugt verður førleikamentur.
Nærri kunning
Eru spurningar ert tú vælkomin at ringja á tlf. 404040 ella skriva til:
· Kristinu Ejdesgaard, deildarleiðara á Tjaldurs Apoteki, á kristina.ejdesgaard@apotek.fo
· Fríða Jensen, apotekara á Suðuroyar Apoteki, á fridi.jensen@apotek.fo
· Nannu Knudsen, apotekara á Norðoya Apoteki, á nanna@apotek.fo
· Ingun Hansen, apotekara á Eysturoyar Apoteki, á ingun.hansen@apotek.fo
· Eisabeth Joensen Næs , deildarleiðara á Framleiðsluapotekinum, á ejn@apotek.fo
Umsóknir
Umsóknir saman við viðkomandi prógvi og lívsrensli skulu sendast við at trýsta á hetta leinkið https://starv.apotek.fo/Vacancy/Index/23 í seinasta lagi fríggjadagin 16. mars 2023.
Skriva í yvirskriftina, hvar tú ynskir at sleppa í læru. Vinarliga tilskila í umsóknini til Eysturoyar Apotek, um tú eisini ert áhugað/ur í læruplássinum sum kombinæmingur.
Sí nærri um Apoteksverkið á www.apotek.fo ella á Facebook/Instagram-síðuna hjá Apoteksverkinum, har farmakonomnæmingar