fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Farmaseut til kliniska farmasi á sjúkrahúsi

Vit sóknast eftir einum dugnaligum farmaseuti at arbeiða við kliniskari farmasi á sjúkrahúsi

 

Klinisk farmasi er í støðugari menning, og vit hava tørv á nýggjum kreftum til at lyfta kliniskar farmaseutiskar uppgávur í  apoteks- og heilsuverkinum.


Uppgávurnar eru :

§  Klinisk farmaci í sjúkrahúsverkinum

o   Heilivágstænastu og skynsom farmakoterapi

o   Ráðgeving á deildunum á Landssjúkrahúsinum um heilivág

o   Loysa logistiskar uppgávur

o   Viðlíkahald av heilivágsmodul í Cosmic

o   Undirvísing av heilsustarvsfólki

o   Fyrifallandi uppgávur og verkætlanir innan kliniska farmasi

o   Menning av kliniskum farmaseutiskum tænastum millum Apoteksverkið og Sjúkrahúsverkið

 

 

 

Krøv til umsøkjarin :

§  Hevur stóran áhuga og royndir innan kliniska farmasi

§  Hevur royndir innan skynsama farmakoterapi

§  Hevur royndir innan kliniska farmasi á sjúkrahúsi

§  Er tilvitað/ur um góðsku og góðskuskipanir og hevur áhuga í at betra um góðskuna av heilivágsuppgávunum í primera og sekundera geiranum

§  Kunda og tænastusinnað/ur og hevur evni til at skapa góð sambond uppá tvørs av siðbundnum  og fakligum mørkum

§  Hevur royndir í  samstarvi við  onnur heilsustarvsfólk

§  Hevur áhuga í og vitan um heilsuverkið sum heild

§  Kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi

§  Er framlig/ur og opin

§  Er undangongufólk og trívist við at hava nógvar ymiskar avbjóðingar

§  Tolir broytingar í innihaldi og vavi av arbeiðsuppgávunum

§  Góð samskiftisevni í skrift og talu

§  Hevur staðið danskt farmaseutiskt kandidatprógv ella líkt prógv, sum er góðkent at lúka sáttmála við onnur lond

 

 

Vit bjóða:

Eitt ára tíðaravmarka fulltíðarstarv frá 01.09.23 – 31.08.24.

Eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðið við fjølbroyttum uppgávum.

Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pharmadanmark.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú venda tær til Niels Joensen á tlf. 213097 ella t-post: nielsj(at)apotek.fo

 

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 29. mai 2023.

Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hesa leinkju.

 

Lagt út tann
11. mai 2023
Starv
Farmaseut til kliniska farmasi á sjúkrahúsi
Starvsheiti
Farmaseut til kliniska farmasi á sjúkrahúsi
Virki
Apoteksverk Føroya
Deild
Klinisk farmasi
Umsóknarfreist
29. mai 2023
Starvstíð
01. sep. 2023 - 31. aug. 2024
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor