fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Eftirlitsfólk til medisinska útgerð

Eftirlitsfólk til medisinska útgerð

 

 

Í sambandi við at landsapotekarin er farin at varða
av innflutningi av allari medisinskari útgerð í Føroyum, verður nú søkt eftir starvsfólki at hava eftirlit við hesum.

 

 

Tað verður sóknast eftir einum, sum kann tryggja, at medisinska útgerðin, sum kemur til landið, lýkur allar treytir og lógir. Menning av tøkni er tað, sum eyðkennir hesa vinnuna, og fara tað tí allatíð at koma nýggjar vørur á marknaðin. Júst tí er týdningarmikið við einum persóni sum tær, so at vit á tann hátt kunnu økja um trygdina hjá sjúklingunum.

 

 

Um starvið

Tú kemur at fáast við eftirlit av medisinskari útgerð umframt at eftirmeta váðametingar. Hetta fer fram við at fyrireika skjøl og frágreiðingar til myndugleikar og fyritøkur. Her hevur tað stóran týdning, at samskiftið er greitt og fyrikomandi, og at tú javnan dagførir teg um reglugerðir innan økið og leiðbeiningar við útgerðini.

 

Vit kunnu bjóða tær eina kappingarføra løn og eitt spennandi arbeiðspláss, har tú fært møguleika fyri persónligari og fakligari menning.

 

 

Um teg

Vit vóna fyrst og fremst, at tú hevur royndir á økinum og eina akademiska útbúgving sum farmaseutur, verk- frøðingur ella líknandi tekniska útbúgving. Medisinsk útgerð krevur, at tú hevur sans fyri detaljum, tú dugir og dámar at hugsavna teg, og tú veitst, hvat góðska

er og ikki. Tú mást harnæst duga væl at samskifta og samstarva við onnur, og so er tað eisini fyrimunur, um tú hevur royndir innan leiðslu.

 

 

Umsókn og CV

Vilt tú vita eitt sindur meira um starvið fyrst, kanst tú venda tær til Hjalta Gunnarstein, landsapotekara á hjalti@apotek.fo. Vilt tú lesa eitt sindur um Apoteksverkið, kanst tú vitja okkara heimasíðu www.apotek.fo.

 

Umsóknir skulu sendast við at trýsta á “Søk nú

 

Freistin at søkja er 12/06-23.

 

 

Lagt út tann
16. mai 2023
Starv
Eftirlitsfólk til medisinska útgerð
Starvsheiti
Eftirlitsfólk til medisinska útgerð
Virki
Apoteksverk Føroya
Deild
Apoteksverkið (Landsapotekarin)
Umsóknarfreist
12. jun. 2023
Byrjunardagur
01. jul. 2023
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor