fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Starvsfólk til matstovuna á Tjaldurs Apoteki

Starvsfólk til matstovuna á Tjaldurs Apoteki 

 

Vil tú hava ábyrgd av, at starvsfólkini á Tjaldurs Apoteki fáa fjølbroyttan og heilsugóðan mat?

Vit søkja eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum starvsfólki til okkara matstovu á Tjaldurs Apotek at byrja 31.05.21. Starvið er eitt barnsburðarfarloyvisstarv og er tí tíðaravmarkað til 1 ár frá setan.

 

Starvið er 36 tímar um vikuna, og arbeiðsdagurin byrjar kl. 7.

 

Uppgávan

Tú fært ábyrgd av matstovuni. Tú skal gera morgunmat, mat á middegi og seinnaparts kaffi.

 

Vit eru áleið 25-30, ið eta í matstovuni.

Harumframt skal tú eftir tørvi gera kaffi og rudda av í samband við skeiðir og fundir, ið kunna liggja um kvøldið.

 

Matskrá skal leggjast til rættis. Keypast skal inn til hesar máltíðir.

Tú hevur ábyrgd av matarkonta.

 

Vit ímynda okkum, at tú gongur inn fyri:

·         At gera fjølbroyttan og heilsugóðan mat

·         At skapa hugna

·         At keypa inn skynsamt og at varða av rakstrinum av matstovuni

·         At raðfesta reinføri

 

-       Er ábyrgdarfull/-ur, skapandi og fleksibul

-       Dugir at arbeiða sjálvstøðugt

 

 

Førleikar

Viðkomandi arbeiðsroyndir á økinum. Hetta er tó ikki ein treyt.

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið verður lønt eftir Starvsmannafelagnum,

lønarflokki 2.

 

Umsókn

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú ringja til deildarleiðara Elin Mouritsen á tlf. 404050.

 

Skrivlig umsókn við møguligum viðmælum og CV við upplýsingum um royndir skal vera Apoteksverkinum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 25. apríl 2021. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hetta leinki https://starv.apotek.fo/Application/Index/5.

 

Tjaldurs Apotek

R.C.Effersøesgøta 31

Fo-100 Tórshavn

www.apotek.fo

 

Apotekið tryggjar heilsuna

 

 

Lagt út tann
09. apr. 2021
Starv
Starvsfólk til matstovuna á Tjaldurs Apoteki
Starvsheiti
Starvsfólk til matstovuna á Tjaldurs Apoteki
Virki
Apoteksverk Føroya
Deild
Tjaldurs Apotek (TAP)
Umsóknarfreist
25. apr. 2021
Starvstíð
31. mai 2021 - 30. mai 2022
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor