fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Starvsfólk til Skamtan

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki til spennandi starv á Framleiðsluapotekinum. Viðkomandi verður partur Skamtanartoyminum, sum pakkar skamtaðan heilivág til áleið 1500 kundar. Talan er um eitt barsilsavloysarastarv.

Um starvið

Arbeiðið krevur tætt samstarv við hini í toyminum, og toymið skipar í stóran mun dagliga arbeiðið í pakkingini. Tú skal taka tær av maskinuni, sum pakkar heilivágin, og tú skalt vera við til at tryggja, at alt verður gjørt rætt og skynsamt. Tú kemur eisini at handfara tær nógvu vørurnar, sum skulu nýtast til pakkingina. Harumframt skal tú vera tøk/ur til fyrifallandi uppgávur.

Talan er um eitt áhugavert starv á einum góðum arbeiðsplássi við fryntligum starvsfeløgum.

Tínir førleikar

Vit vænta, at tú ert røkin, álítandi og at tú tekur ábyrgd. Tú dugir væl at leggja tær arbeiðið til rættis og leggur dent á nærlagni í arbeiðnum. Tú dugir at brúka teldu og hevur hug at royna teg við pakkimaskinuni. Harumframt vænta vit, at tú ert ein fyrikomandi og hjálpsamur starvsfelagi. Tað kann vera ein fyrimunir at hava royndir við vøruhandfaring ella framleiðslu.

Setanarviðurskifti

Starvið er ásett at vera 35 tímar um vikuna, og arbeitt verður í dagtímunum. Starvið verður sett skjótast gjørligt og er tíðaravmarkað til 1. mars 2025. Starvsstaðurin er á Framleiðsluapotekinum í Tórshavn.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

 

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tel. 404090 ella senda ein teldupost til ejn@apotek.fo.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avrit av møguligum viðmælum og upplýsing um royndir skal vera Framleiðsluapotekinum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 5. mai 2024. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hesa leinkju.

 

Les meira um okkum á www.apotek.fo        

 

 

Lagt út tann
19. apr. 2024
Starv
Starvsfólk til Skamtan
Starvsheiti
Starvsfólk til Skamtan
Virki
Apoteksverk Føroya
Deild
Framleiðsludeild
Umsóknarfreist
05. mai 2024
Starvstíð
Skjótast gjørligt - 28. feb. 2025
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor