fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Endurlýsing eftir starvsfólki til matstovuna á Tjaldurs Apoteki

Endurlýsing eftir starvsfólki til matstovuna á Tjaldurs Apoteki

Vit søkja eftir starvsfólki til okkara matstovu á Tjaldurs Apotek at byrja 01.06.21 ella skjótast gjørligt. Starvið er eitt barnsburðarfarloyvisstarv og er tí tíðaravmarkað til 1 ár frá setan.

 

Arbeiðsdagurin byrjar kl. 7 og endar í seinasta lagi 14:30, íalt 36 tímar um vikuna.

 

Uppgávan

Tú fært ábyrgd av matstovuni. Tú skal gera morgunmat, mat á middegi og seinnaparts kaffi.

 

Vit eru áleið 25-30 starvsfólk, ið eta í matstovuni.

Harumframt skal tú eftir tørvi gera kaffi og rudda av í samband við skeiðir og fundir.

 

Matskrá skal leggjast til rættis. Keypast skal inn til hesar máltíðir.

 

Vit ímynda okkum, at tú gongur inn fyri:

·         At gera fjølbroyttan og heilsugóðan mat

·         At skapa hugna

·         Varða av rakstrinum av matstovuni

·         At raðfesta reinføri

 

-       Er ábyrgdarfull/-ur, skapandi og fleksibul

-       Dugir at arbeiða sjálvstøðugt

 

Førleikar

Viðkomandi arbeiðsroyndir á økinum. Hetta er tó ikki ein treyt.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið verður lønt eftir Starvsmannafelagnum,

lønarflokki 2.

 

Umsókn

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú ringja til deildarleiðara Elin Mouritsen á tlf. 404050 ella senda ein teldupost til elinm@apotek.fo.

 

Skrivlig umsókn við møguligum viðmælum og CV við upplýsingum um royndir skulu sendast við at trýsta á hetta leinkið https://starv.apotek.fo/Application/Index/6

 

Tjaldurs Apotek

R.C.Effersøesgøta 31

Fo-100 Tórshavn

www.apotek.fo

 

 

 

 

Lagt út tann
05. mai 2021
Starv
Endurlýsing eftir starvsfólki til matstovuna á Tjaldurs Apoteki
Starvsheiti
Endurlýsing eftir starvsfólki til matstovuna á Tjaldurs Apoteki
Virki
Apoteksverk Føroya
Deild
Tjaldurs Apotek (TAP)
Umsóknarfreist
31. mai 2021
Starvstíð
01. jun. 2021 - 31. mai 2022
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor