fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Tjaldurs Apotek søkir starvsfólk til koyritoymið

Tjaldurs Apotek søkir starvsfólk til koyritoymið

Søkt verður eftir starvsfólki til okkara koyritoymið, sum er ein partur av logistikkdeildini á Tjaldurs Apotek at byrja 1. juli. Talan er um eitt fulltíðarstarv.

 

Ábyrgdarøkir:

Sum partur av koyritoyminum syrgir tú fyri vøruflutninginum. Tú koyrir ordrar til m.a. Landssjúkrahúsið, Framleiðsluapotekið og Fíggjardeildina hjá Apoteksverkinum, okkara deild í Steinatúni, kommunulæknar, djóralæknar, bústovnar og ellis- og røktarheim.

Harumframt arbeiðir tú í vørumóttøkuni. Tú hjálpir við at fáa vøruna inn, tekur m.a. ímóti pakkum, pakkar ordrar, pakkar plattar, syrgir fyri at halda logistikk deildina ruddiliga og hjálpir starvsfólkunum í logistikk, tá tørvar er á tí - umframt annað fyrifallandi arbeiði. Fyrivarni skal takast fyri broytingum í starvinum.

 

Tínir førleikar:

•     Tú ert røkin, álítandi og tekur ábyrgd.

•     Tú megnar skiftandi arbeiðsuppgávur og arbeiðir sjálvstøðugt.

•     Tú hevur góð samstarvsevnir og ert fyrikomandi.

•     Tú hevur koyrikort til persónbil.

•     Tú hevur nøkulunda góðar telduførleikar.

•     Tú ert likamliga væl fyri til tey tungu tøkini.

 

Setanartreytir:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið, lønarflokkur 2.

 

Vilt tú vita meir?

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elin Mouritsen, deildarleiðara í logistikk, á tlf. 404050 ella senda ein teldupost til elinm@apotek.fo.

 

Umsókn:

Skrivlig umsókn við møguligum viðmælum og CV við upplýsingum um royndir skal vera Apoteksverkinum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 23. mai 2021.

 

Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hetta leinkið https://starv.apotek.fo/Application/Index/7

 

Tjaldurs Apotek

R.C.Effersøesgøta 31

Fo - 100 Tórshavn

www.apotek.fo

 

 

Lagt út tann
05. mai 2021
Starv
Tjaldurs Apotek søkir starvsfólk til koyritoymið
Starvsheiti
Tjaldurs Apotek søkir starvsfólk til koyritoymið
Virki
Apoteksverk Føroya
Deild
Tjaldurs Apotek (TAP)
Umsóknarfreist
23. mai 2021
Byrjunardagur
01. jul. 2021
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor