fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Farmakonomar til Norðoya Apotek

 

Farmakonomar til Norðoya Apotek

 

Kundi tú hugsað tær at verið partur av toyminum á Norðoya apoteki?

 

So eru 1,5 avloysarastørv leys at søkja.

Talan er um 1/2 ára tíðaravmarkaði størv at byrja skjótast gjørligt.

 

Tú kemur fyrst og fremst at starvast við kundaavgreiðslu. Afturat hesum koma resepturarbeiði og aðrar uppgávur.

 

Á Norðoya Apotek hava kundatænasta, samstarv og yrkisføri hægstu raðfesting.

 

Umframt at vera farmakonomur, vænta vit, at tú:

·       Er tænastusinnað/ur og dámar kundarøkt

·       Samstarvar væl í toyminum og verður ein góður starvsfelagi

·       Trívist í nýggjum avbjóðingum

Um Norðoya Apotek:

·       Vit eru á leið 13 starvsfólk

·       Vit eru ISO 9001 góðkend

·       Vit brúka telduskipanina AX 2012

·       Vit samstarva við A-apoteket

·       Vit hava vaktarskipan til útflýggjan av heilivági í úrtíð

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Farmakonomforeningen

 

Umsókn skal sendast við at trýsta her

 

Um tú hevur spurningar er tú vælkomin at venda tær til Nannu Knudsen, apotekara, á tlf 404180 ella á nanna@apotek.fo

 

 

 

 

Lagt út tann
30. mai 2021
Starv
Farmakonomar til Norðoya Apotek
Starvsheiti
Farmakonomar til Norðoya Apotek
Virki
Apoteksverk Føroya
Deild
Norðoya Apotek (NAP)
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor