Leys størv
Søkt verður eftir einum dugnaligum og ágrýtnum persóni til barnsburðarfarloyvisstarv í innkeyps- og logistikkdeildini í Apoteksverkinum. Tú verður partur av toyminum, ið tekur sær av innkeypi og vøruflutningi fyri alt Apoteksverkið
Sum starvsfólk í innkeypsdeildini verður tú við til at tryggja, at apotekini hava røttu vøru á goymslu, umframt at skipa mannagongdirnar soleiðis, at økið sum heild verður rikið skynsamt. Tað er av stórum týdningi, at tú ert tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta.
Starvið
Arbeiðsuppgávurnar verða avtalaðar og lagdar til rættis í samstarvi við innkeypsleiðaran, men eru í høvuðsheitum:
· Innkeyp av heilivági til apotekini
· Viðlíkahald av VMI parametrum hjá Nomeco á teimum fýra apotekunum
· Innkeyp av rávørum, heilivági v.m. til framleiðslu, alivinnu og skamtan
· Fakturagóðkenning
· Søla og keyp av vørum millum apotekseindirnar
Tínir førleikar
Tú er farmakonom ella hevur líknandi útbúgving innan heilivág. Eisini er tað ein fyrimunur um tú hevur áhuga fyri innkeyp og logistikk, umframt hegni at arbeiða innan øki.
Eisini kann dentur verða lagdur á hesar førleikar:
· Góð analytisk evni, og góðan førleika til tøl
· Førleika at raðfesta, samskipa og leggja arbeiðið til rættis
· Evni at samskifta á føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu
Harafturat dámar tær at hava fjøltáttaðar uppgávur, og vit leggja dent á, at tú sært týdningin í at samstarva, og hevur ein semjusøkjandi hugburð.
Vit bjóða
Til rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt barnsburðarfarloyvisstarv á einum áhugaverdum og gevandi arbeiðsplássi saman við nógvum ymiskum fakbólkum, har góðska og trivnaður er í hásæti.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv, sum er ásett at vera fulla tíð við byrjan 1. mars 2023 til 30. septembur 2024.
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.
Starvsstaðurin er á Tjaldurs Apotek í Tórshavn.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og CV við upplýsing um royndir skal vera Apoteksverkinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 19. februar 2023. Umsóknir verða sendar við at trýsta her.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Frank Jacobsen á tlf. 259904 ella senda ein teldupost til frank@apotek.fo
Brennur tú fyri KT? Hevur tú stóran áhuga í at veita góðar innanhýsis KT-tænastur? Og dámar tær væl at samskipa innanhýsis kunning og upplæring?
Søkt verður eftir einum dugnaligum og ágrýtnum KT-supportara og samskipara til KT-deildina í apoteksverkinum.
KT-deildin hevur ábyrgdina av at veita framkomið og vælvirkandi KT-kervi í apoteksverkinum. Menningin av KT-kervinum verður framd gjøgnum verkætlanir, og raksturin av KT-kervinum verður framdur við at veita góða gerandisliga tænastu til leiðarar og starvsfólk í apoteksverkinum. Harumframt veitir KT-deildin eisini ymiskar tænastur til uttanhýsis partar.
Starvið
Í starvinum kemur tú at veita KT-support til starvsfelagar, soleiðis at øll kunnu fremja sítt KT-arbeiði skjótt og væl. Tú kemur eisini at samskipa innanhýsis kunning og upplæring, og at samskipa skjalaskipanina í apoteksverkinum. Harumframt kemur tú eisini at verða við til at gera PowerBI rapportir, og at arbeiða við øðrum spennandi uppgávum saman við starvsfeløgum og uttanhýsis veitarum.
Tínir førleikar
Vit ímynda okkum at tú hevur viðkomandi útbúgving og viðkomandi royndir innan KT-support og samskipan.
Vit vænta, at tú ert tænastusinnað/ur, og at tú hevur góð samstarvs og samskiftisevni. Vit leggja eisini dent á, at tú hevur góð evni at planleggja, raðfesta og fremja arbeiðsuppgávurnar, sum verða latnar tær upp í hendi. Vit vænta eisini, at tú dugir væl at arbeiða sjálvsstøðugt og í toymi saman við øðrum.
Til tíðir er stórt trýst á KT-deildini. Tí er eisini neyðugt, at tú trívist, tá arbeitt verður undir trýsti.
Harumframt ímynda vit okkum, at tú ert fyrikomandi, álítandi og dugnalig/ur
Vit bjóða
Til rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt spennandi starv í einum áhugaverdum og gevandi arbeiðsplássi saman við nógvum ymiskum fakbólkum, har góðska og trivnaður eru í hásæti.
Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv við setan frá 1. mars 2023, ella eftir nærri avtalu. Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin “Søk starvið”
Umsóknir við avriti av prógvi, viðmælum og CV við upplýsing um royndir skal vera apoteksverkinum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 12. februar 2023.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Richard Schwartson á tlf. 216519, ella við at senda ein teldupost til richards@apotek.fo. Tú kanst eisini fáa meira upplýsingar um apoteksverkið á: www.apotek.fo.
Søkt verður eftir einum dugnaligum og ágrýtnum persóni til barnsburðarfarloyvisstarv í innkeyps- og logistikkdeildini í Apoteksverkinum. Tú verður partur av toyminum, ið tekur sær av innkeypi og vøruflutningi fyri alt Apoteksverkið
Sum starvsfólk í innkeypsdeildini verður tú við til at tryggja, at apotekini hava røttu vøru á goymslu, umframt at skipa mannagongdirnar soleiðis, at økið sum heild verður rikið skynsamt. Tað er av stórum týdningi, at tú ert tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta.
Starvið
Arbeiðsuppgávurnar verða avtalaðar og lagdar til rættis í samstarvi við innkeypsleiðaran, men eru í høvuðsheitum:
· Innkeyp av heilivági til apotekini
· Viðlíkahald av VMI parametrum hjá Nomeco á teimum fýra apotekunum
· Innkeyp av rávørum, heilivági v.m. til framleiðslu, alivinnu og skamtan
· Fakturagóðkenning
· Søla og keyp av vørum millum apotekseindirnar
Tínir førleikar
Tú er farmakonom ella hevur líknandi útbúgving innan heilivág. Eisini er tað ein fyrimunur um tú hevur áhuga fyri innkeyp og logistikk, umframt hegni at arbeiða innan øki.
Eisini kann dentur verða lagdur á hesar førleikar:
· Góð analytisk evni, og góðan førleika til tøl
· Førleika at raðfesta, samskipa og leggja arbeiðið til rættis
· Evni at samskifta á føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu
Harafturat dámar tær at hava fjøltáttaðar uppgávur, og vit leggja dent á, at tú sært týdningin í at samstarva, og hevur ein semjusøkjandi hugburð.
Vit bjóða
Til rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt barnsburðarfarloyvisstarv á einum áhugaverdum og gevandi arbeiðsplássi saman við nógvum ymiskum fakbólkum, har góðska og trivnaður er í hásæti.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv, sum er ásett at vera fulla tíð við byrjan 1. mars 2023 til 30. septembur 2024.
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.
Starvsstaðurin er á Tjaldurs Apotek í Tórshavn.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og CV við upplýsing um royndir skal vera Apoteksverkinum í hendi í seinasta lagi sunnuudagin 29. januar 2023. Umsóknir verða sendar við at trýsta her.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Frank Jacobsen á tlf. 259904 ella senda ein teldupost til frank@apotek.fo
Eventyr på Færøerne
Vil du opleve Færøerne ? Og er du farmakonom og søger nye udfordringer ?
Så har Tjaldurs Apotek i Torshavn brug for vikarer hurtigst muligt eller efter aftale. Vikariaterne er enten for et halvt eller et helt år.
Du vil blive en del af et team bestående af farmaceuter, farmakonomer og elever, der servicerer en stor del af Færøernes befolkning.
Udover at være farmakonom ønsker vi, at du:
· Er god til at samarbejde i et team, og er en god kollega
· Trives med nye udfordringer
· Er serviceminded og kan lide kundekontakt
Om Tjaldurs Apotek:
· Vi er ca. 60 medarbejdere
· Er ISO 9001 certificeret
· Er medlem af A-apoteket
· Vi leverer medicin bl.a. til sygehus, plejehjem og skibe
· Er uddannelsesapotek for farmakonomelever og farmaceutstuderende
· Har et apoteksudsalg i Steinatún
Apotekets vision er ”apoteket sikrer helbredet”. Apoteket står inde for kvalitet, kompetenceudvikling og professionel service.
Stemmer disse værdier overens med dine egne værdier, så er du velkommen til at søge
Løn- , rejseforhold og good-to- know :
· Løn efter overenskomst mellem det færøske Finansministerium og Farmakonomforeningen.
· Apoteket dækker rejseomkostningerne
· Vi er behjælpelige med at finde et sted at bo
· Du behøver hverken at tale eller forstå færøsk, da de fleste færinger taler flydende dansk
Ansøgning:
Skriftlig ansøgning vedlagt eksamensbevis, CV og evt. referencer sendes til https://starv.apotek.fo/Vacancy/Index/22 senest 1.februar 2023
Har du har yderligere spørgsmål, er du velkommen at skrive eller ringe til Tjaldurs Apotek tlf.nr. 00298 404040 eller skrive til kristina.ejdesgaard@apotek.fo .
Er du farmakonom og har lyst til et ophold nordpå, så se her:
Eysturoyar Apotek i Runavik har et barselsvikariat ledigt.
Vi søger farmakonom der
· - Er kunde og service orienteret
· Er positiv, ansvarsbevidst og har engagement
· Er mødestabil
· Er imødekommende og har godt humør
· Er fleksibel og samarbejdsvenlig
Vi lægger vægt på, at du
· Har har lyst og interesse for skrankeservice
· Har flair for kvalitesarbejde idenfor apoteksregi
· Kan bidrage til kampagner, morgenmøder o.l.
· Kan arbejde selvstændigt og i teams
· Har gode formidlingsevner
Vi tilbyder
· Barselvikariatet er 30 t/uge (eller efter aftale), tidsbegrænset i perioden 1.februar 2023 – 31.12.2023 (eller efter aftale).
· Ansættelse efter gældende overenskomst mellem det færøske Finansministerium og Farmakonomforeningen.
· Ansøgningsfrist 31.12.2022
· Apoteket dækker rejseomkostningerne.
· Lejebolig i vikarperioden må man selv skaffe sig og betale, men apoteket er behælpelig med at skaffe en bolig.
Søg stillingen her
Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6
FO 620 Runavík
Yderligere oplysninger om stillingerne kan fås ved henvendelse til Ingun Hansen, apoteker eller Petsy Midjord, ledende farmakonom. E-mail: ingun.hansen@apotek.fo; E-mail: petsy.midjord@apotek.fo
Apoteksverkið tlf.+298-404040
Beskrivelse af Eysturoyar Apotek – se www.apotek.fo
Søkt verður eftir ágrýtnum starvsfólki til goymsluna á Framleiðsluapotekinum. Talan er um eitt sjálvstøðugt og mennandi starv, har tú verður við til at mynda goymsluna framyvir. Tú fært ábyrgd av at skipa hóskandi mannagongdir, sum tryggja skynsama goymslustýring og góða kundatænastu.
Uppgávurnar
Sum goymslufólk kemur tú at skipa dagliga arbeiðið á goymsluni. Tú kemur at standa fyri vørumóttøku, at vera superbrúkari til vørurobottin og at halda goymsluna ruddiliga og reina. Harumframt kemur tú at pakka ordrar til kundar, koyra vørur til apotek og sjúkrahús og aðrar fyrifallandi uppgávur. Tú fært eisini ábyrgd av at skipa fjargoymsluna og at halda hana reina og ruddiliga.
Talan er um eitt spennandi og sjálvstøðugt starv á einum góðum arbeiðsplássi við fryntligum starvsfeløgum.
Førleikar
Vit vænta, at tú ert røkin og álítandi og at tú megnar skiftandi arbeiðsuppgávur. Tær dámar at arbeiða sjálvstøðugt, men leggur dent á tað góða samstarvið. Harumframt vænta vit, at tú ert ein fyrikomandi og hjálpsamur starvsfelagi.
Tað kann vera ein fyrimunur at hava útbúgving og/ella royndir innan flutning av heilivági og goymslu.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt starv fulla tíð við byrjan 1. Januar 2023. Starvsstaðurin er á Framleiðsluapotekinum í Tórshavn.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tlf. 404090 ella senda ein teldupost til ejn@apotek.fo
Umsókn
Skrivlig umsókn við avrit av møguligum viðmælum og upplýsing um royndir skal vera Framleiðsluapotekinum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 4.desember 2022. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hesa leinkju.
Søkt verður eftir farmakonomi til Suðuroyar apotek.
Arbeiðsøkið er í høvuðsheitinum í resepturinum og skrankanum.
Arbeiðstíðin er 32 tímar um vikuna.
Starvsbyrjan er 1. september 2022 ella eftir avtalu.
Vit vænta at
Tú er fakliga væl fyri
At tú er tænastusinnað/ur
At tær dámar at avgreiða viðskiftafólk
At tú hevur góð samstarvsevnir
At tú er álítandi og møtir væl upp.
Um Suðuroyar apotek
Vit eru 11 starvsfólk:
Vit samstarva við A-apoteket
Vit eru ISO-9001: 2015 góðkend
Løn
Løn sambært sáttmála millum fíggjarmálaráðið og farmakonomfelagið.
Umsókn
Umsóknarfreistin er 26. august 2022.
Meira fæst at vita, við at venda sær til Fríða Jensen apotekara,
tlf 222929
Umsókn við avritið av prógvum o.ø skal sendast við at trýsta her.