fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Farmaceutvikar til Tjaldurs Apotek

Farmaseutur til Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek í Havn søkir farmaseut at taka við hin 1. september. Starvið er tíðaravmarkað til eitt ár – ella eftir nærri avtalu.

Tínar arbeiðsuppgávur

Tú kemur at avgreiða læknaávísingar og at standa við diskin úti í handlinum. Harafturat verður tú við í vaktarskipanini, tá ið tørvur er á tí.

Vit vænta, at

    Tú brennir fyri tínum yrki.

    Tú dugir við fólki og veit, hvussu man veitir eina góða tænastu.

    Tær dámar væl at samstarva og trívist í einum arbeiðstoymi.

    Tú tímir at átaka tær skiftandi uppgávur.

 

Vit kunnu bjóða tær

    Løn og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

    Fittar og fryntligar starvsfelagar.

 

Umsókn

Send eina umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum til okkara her.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við apotekara Petur Oluf Joensen á poj@apotek.fo, deildarleiðara Ragnar Stakksund á ragnars@apotek.fo ella deildarleiðara Beintu Joensen á beinta@apotek.fo. Tú kanst eisini ringja til okkara á 40 40 40.

Freistin at søkja er 14.09.2023.

 

Um Tjaldurs Apotek

Vit eru umleið 65 fólk, sum starvast á Tjaldurs Apoteki. Vit taka okkum av hvørt av sínum so sum at lata heilivág til alla Streymoynna, bygdirnar í Sundalagnum, Vágarnar, Sandoy, Skúvoy, Hest, Koltur, Nólsoynna og Stóru Dímun, svarandi til uml. 30.000 fólk (2018). Harumframt veita vit tænastu til Landssjúkrahúsið, 16 kommunulæknar, tannlæknar, djóralæknar, 10 djóraheilivágsgoymslur, 6 humanar heilivágsgoymslur, ellis-/røktarheim og eldrasambýli og sambýli fyri  menningartarnað. Eisini senda vit 100-150 pakkar við forskriftarheilivági út til bygdirnar. Síðst, men ikki minst, avgreiða vit 650 nøgdar kundar hvønn dag beinleiðis um diskin, og av teimum eru 350 forskriftaavgreiðslur, og restin er handkeypsvøra.

 

Lagt út tann
21. aug. 2023
Starv
Farmaceut vikar til Tjaldurs Apotek
Starvsheiti
Farmaceutvikar til Tjaldurs Apotek
Virki
Apoteksverk Føroya
Deild
Tjaldurs Apotek (TAP)
Umsóknarfreist
14. sep. 2023
Starvstíð
01. okt. 2023 - 30. sep. 2024
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor