fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Tjaldurs Apotek søkir starvsfólk til vørugoymsluna

Søkt verður eftir starvsfólki til Fjardeildina, at byrja 15. januar 2024. Talan er um fulltíðarstarv.  

 

Tínar arbeiðsuppgávur

       Móttøka av vørum.

       Seta vørur upp á pláss.

       Samábyrgd fyri at fylla í vørurobottin og tryggja, at hann virkar væl.

       Ein dag um vikuna er neyðugt at arbeiða út á kvøldið.

       Annað fyrifallandi arbeiði.

 

Vit vænta, at tú hevur

    EDV førleika á brúkarastøði.

    Er kropsliga væl fyri.

    Tær dámar væl at samstarva og trívist í einum arbeiðstoymi.

 

Vit kunnu bjóða tær

    Løn og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

    Fittar og fryntligar starvsfelagar.

 

Umsókn

Send eina umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum til okkara her.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við deildarleiðara Ragnar Stakksund á ragnars@apotek.fo ella við at ringja á 40 40 40.

Freistin at søkja er 05.01.2024 kl.12:00.

Um Tjaldurs Apotek

Vit eru umleið 55 fólk við ymiskum útbúgvingum og førleikum, sum starvast á Tjaldurs Apoteki. Vit veita heilivág til Streymoy, partar av Eysturoy, Vágar, Sandoy, Skúvoy, Hest, Koltur, Nólsoy og Stóra Dímun. Harumframt veita vit tænastu til Landssjúkrahúsið, kommunulæknar, tannlæknar, djóralæknar, heilivágsgoymslur, ellis-/røktarheim, eldrasambýli og onnur sambýli. Eisini senda vit 100-150 pakkar um dagin við Posta. Síðst, men ikki minst, avgreiða vit 900 kundar hvønn dag beinleiðis um diskin.

Tjaldurs Apotek

R.C.Effersøesgøta 31

100 Tórshavn

 

Lagt út tann
20. des. 2023
Starv
Tjaldurs Apotek søkir starvsfólk til vørugoymsluna
Starvsheiti
Tjaldurs Apotek søkir starvsfólk til vørugoymsluna
Virki
Apoteksverk Føroya
Deild
Fjardeild
Umsóknarfreist
05. jan. 2024
Byrjunardagur
15. jan. 2024
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor