fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Farmakonomnæmingar til Apoteksverkið

Kundi tú hugsað tær eina fjølbroytta og læruríka útbúgving við serkunnleika innan ráðgeving og handfaring av heilivági?

So eru sjey lærupláss sum farmakonomur leys at søkja:

5 á Tjaldurs Apoteki

2 á Norðoya Apoteki, harav annað læruplássið er sum kombi-næmingur, har tú ein part av lærutíðini kemur at starvast á Framleiðsluapotekinum.

 

Farmakonomútbúgvingin er fjøltáttað. Tú lærir m.a. um kroppin, heilivág, heilivágsframleiðslu, lóggávu, góðskustýring, samskifti og marknaðarføring.

Um læruplássini

Sum farmakonomnæmingur á apotekinum kemur tú at ráðgeva og leiðbeina viðskiftafólki í samband við útflýggjan av heilivági og apoteksvørum. Harafturat kemur tú at veita tænastur til læknar, tannlæknar, djóralæknar, sjúkrahús, røktarheim og bústovnar.

Sum kombinæmingur kemur tú umframt at arbeiða á apotekinum, eisini at verða knýttur at Framleiðsluapotekinum og Sjúkrahúsverkinum. Á Framleiðsluapotekinum lærir kombinæmingurin um framleiðslu av heilivági, pakking av heilivági í skamtanarposar og góðskutrygging av heilivágsframleiðslu.

Farmakonomútbúgvingin tekur 3 ár og skiftir millum arbeiði á apotekinum og skúla á skeiðsdeplinum, Pharmakon, í Hillerød. Útbúgvingin telur 180 ECTS. Lærutíðin er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Farmakonomforeningen.

Les meira á farmakonomuddannelsen.dk.

 

Til farmakonomútbúgvingina krevst, at tú:

 

·       hevur miðnámsprógv ella prógv sum heilsurøktari

·       hevur áhuga í sølu og brennir fyri at veita góða tænastu

·       ert røkin, væl skipað/ur og góðskutilvitað/ur

·       dámar nýggjar avbjóðingar

·       ert búgvin og tekur ábyrgd

·       dugir væl at samskifta á føroyskum og donskum í bæði skrift og talu

·       hevur góð samstarvsevni

 

Lærutíðin byrjar 1. september 2024. Møguleiki er, at tú byrjar sum hjálparfólk 15.mai ella eftir avtalu.

Á apotekinum er okkara aðalmál altíð at veita bestu tænastuna. Stórur dentur verður lagdur á dagførda kunning og samskifti við viðskiftafólk. Hetta krevur, at tú sum útbúgvin farmakonomur støðugt verður førleikamentur.

Nærri kunning
Eru spurningar ert tú vælkomin at ringja á tlf. 404040 ella skriva til:

·       Nannu Knudsen, apotekara á Norðoya Apoteki, á nanna@apotek.fo  

·       Beintu Joensen, deildarleiðara á Tjaldurs Apoteki, á beinta@apotek.fo

·       Eisabeth Joensen Næs , deildarleiðara á Framleiðsluapotekinum, á ejn@apotek.fo

 

Umsóknir

Umsóknir saman við viðkomandi prógvi og lívsrensli skulu sendast við at trýsta á hetta leinkið https://starv.apotek.fo/Application/Index/56  í seinasta lagi mánadagin 1. apríl 2024.

 

Skriva í yvirskriftina, hvar tú ynskir at sleppa í læru. Vinarliga tilskila í umsóknini til Norðoya Apotek, um tú eisini ert áhugað/ur í læruplássinum sum kombinæmingur.

Sí nærri um Apoteksverkið á www.apotek.fo ella á Facebook/Instagram-síðuna hjá Apoteksverkinum, har farmakonomnæmingar hava gjørt ein film um tað at vera næmingur.

 

Lagt út tann
07. mar. 2024
Starv
Farmakonomnæmingar til Apoteksverkið
Starvsheiti
Farmakonomnæmingar til Apoteksverkið
Virki
Apoteksverk Føroya
Deild
Apoteksverkið (Landsapotekarin)
Umsóknarfreist
01. apr. 2024
Starvstíð
15. mai 2024 - 31. aug. 2027
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor